VÆLKOMIN
Faroe Marine Products
Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd og ryggir til matna. Tað mesta er av toski, hýsu og upsa, men harafturat verða høvd og ryggir av longu og brosmu eisini turkað. Virkið turkar eisini upsakotelettir til matna. Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum, sum harvið fáa eina munandi virðisøking burturúr. í 2023 varð fari undir nýggja framleiðslu av mjøl og lýsi frá pelagisku vinnuni.
Okkara mál
Alt til matna
Vit ynskja at mest møguligt av fiskinum, ið verður fiskaður verður framleiddur til matnað.
Grøn orka
Vit ynskja at orkan, ið vit brúka, dálkar minst møguligt, og tí brúka vit fjarðhita frá IRF og eisini endurnýta vit allan hitan mest møguligt. Tíverri er IRF ov lítið til okkara tørv, og tí eru vit noydd at nýta nakað av spillolju eisini.
Umhvørvi
Vit ynskja at vatnið, vit brúka, er so lítið dálka sum gjørligt. Tí brúka vit ikki klor og annan sterkan lút á virkinum. Eisini eru góð filtur á skorsteinunum, og verða teir reinsaðir javnan.
Samband:
Faroe Marine Products
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri víðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Vit framleiða umleið 12.000 tons av høvdum og ryggjum árliga.
Sustainable Development Goals
Faroe Marine Products er partur av SDG í Føroyum.