Fiskur og umhvørvi

Fiskur og umhvørvi

Hjallurin er í sjónum, siga føroyingar. Orðatakið sipar til, at Føroyar liggja miðskeiðis í Norðuratlantshavi, og fiskiskapurin er høvuðsgrundarlagið undir føroyska samfelagnum. Tí ger tað allan munin, at føroyingar byggja sína vælferð á eina skynsama og burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi.

Gjøgnum øldir hava føroyingar ognað sær royndir og neyva vitan um tað umhvørvið, sum teir liva av. Havumhvørvið kring Føroyar er lívfrøðiliga ríkt við sera fjøltáttaðum djóralívi. Serliga heiti golfstreymurin, ið rennir saman við køldu streymunum, hevur týdning fyri alt djóralívið í havinum.

Føroyska fiskimarkið er 200 fjórðingar úr landi. Innan fyri fiskimarkið virkar ein nútímans fiskivinna, hvørs floti fevnir um alt frá útróðrarbátum og línubátum til trolarar, ið royna á opnum havi. Atgongd føroyinga til fiskiskap hjá øðrum londum og í altjóða sjógvi er tryggjað við fiskiveiðiavtalum við grannatjóðirnar.

Av fiskasløgum, ið hava týdning fyri føroyska fiskivinnu, kunnu nevnast toskur, upsi, hýsa, kalvi, kongafiskur, sild, makrel, svartkjaftur, lodna og rækjur. Hesi fiskasløg eru grundarlag fyri einum fiskiskapi, ið hevur sera gott umdømi fyri sína dygd.

Føroyskar fiskavørur umboða heili 95% av føroyska útflutninginum. Fá onnur lond eru so bundin at
fiskivinnuni og náttúrutilfeinginum sum Føroyar. Burðardygg nýtsla av náttúruni er tí meira enn ein
ábyrgd, hon er lívsneyðug.

Vit eru størsti brúkari av hita í Føroyum og keypa vit fjarðhita frá IRF. Hetta lønar seg bæði fyri okkum og IRF, tí teir annars skulu brúka orku at køla ketlarnar niður. Hetta nøktar tó ikki tørvin hjá okkum og tí hava vit gjørt íløgur í 3 ketlar, 2 heittvatnsketlar og 1 dampketil, í alt 14 MWh, sum er meir enn báðar brennistøðirnar tilsamans.

 

Vit leggja dent á at tann fiskur vit framleiða er burðardyggur. Vit hava tí fingið okkum MSC longu í 2013. Í 2015 fingu vit eisini ISO22000 góðkenning. 

Vit ynskja eisini at gera okkara til fyri at røkka málinum, sum ST setti sær fyri 2015 undir heitinum "Sustainable Development Goals". Tú kanst lesa meir um tey her

Samband:
Faroe Marine Products
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri víðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Vit framleiða umleið 12.000 tons av høvdum og ryggjum árliga.
Sustainable Development Goals
Faroe Marine Products er partur av SDG í Føroyum.