Um okkum

Faroe Marine Products

Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd og ryggir til matna. Tað mesta er av toski, hýsu og upsa, men harafturat verða høvd og ryggir av longu og brosmu eisini turkað. Virkið turkar eisini upsakotelettir til matna. Turkaðu vørurnar verða seldar til Nigeria.

Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri hugsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Forkanningar vístu, at einans helvtin av fiskinum, sum kom upp á land í Føroyum, fór til mannaføði. Restin varð antin koyrt burtur ella brúkt til djóraføði. 

Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum, sum harvið fáa eina munandi virðisøking burturúr.

Faroe Marine Products varð upprunaliga bygt til at taka ímóti 6.000 tonsum av rávøru um ári. Virkið er javnt og samt útbygt, so tað nú kann taka ímóti 15.000 tonsum av rávøru um árið. Faroe Marine Products framleidir umleið 12.000 tons av høvdum og ryggjum árliga. Siga vit, at rávøran annars fór til djóraføði ella burturkast, er vøran virðisøkt fýra ferðir við at verða turkað og send á afrikanska marknaðin.

Høvdavirkið, sum tað verður nevnt í vanligari talu, varð útnevnt Ársins virki á árliga føroyska vinnudegnum í 2005. Hetta var grundgevingin hjá nevndini, um hví valið fall á okkum:

Dómsnevndin heldur, at tað, sum Høvdavirkið ger, snýr seg um týðandi undangongu innan
føroyska fiskavirking, varð millum annað sagt á vinnudegnum, tá vinnarin varð avdúkaður.

FMP hevur útbyrgt nógv gjøgnum árini og í november 2022 var fyrstu ferð framleitt mjøl og lýsi úr pelagiskum fiski. Hetta er ein nýggj framleiðsla hjá okkum við nýggjastu tøknini, men bygd á gamla vitan. Við hesi nýggju framleiðsluni er enn størri møguleiki at gagnnýta meir av tí sum kemur upp um føroyska kaikantin. 

 

 

Samband:
Faroe Marine Products
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri víðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Vit framleiða umleið 12.000 tons av høvdum og ryggjum árliga.
Sustainable Development Goals
Faroe Marine Products er partur av SDG í Føroyum.