Leys størv

Framleiðslufólk til mjøl og lýsiframleiðslu

 

Vilt tú verða við at uppbyggja framleiðsluna í eini nýggjari og framkomnari mjøl og lýsi framleiðslu, so er hetta akkurát nakað fyri teg.

 

Starvið

Sum partur av toyminum verður tín fremsta uppgáva at ganga á vakt, tá framleitt verður.  Arbeitt verður í skiftisvaktum á 12 tímars vaktum, tá framleitt verður.

Arbeiði inniber

                 tá framleiðsla er:              hava eftirlit við framleiðsluni inni í kontrollrúminum

avsekkja mjøl

          landing og avskipan

          tá ongin framleiðsla er:   fyrifallandi arbeiði, td. smyrjing og reingerðing

Talan er um tímalønt starv, og starvsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík.

Tín vangi

Fyrimunur er at tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði. Neyðugt er, at tú kanst arbeiða skeivar tíðir, tá framleiðslan koyrir alt døgni. Hevur tú eina elektrikara- ella smiðjuútbúgving er tað ein fyrimunur, men ikki krav.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur, at tú hevur jaligan hugburð, at tú hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt starv í eini fyritøku í framhaldandi menning, har uppgávurnar eru spennadi og avbjóðandi. Arbeiði er árstíðarbundi, og tí er nógv arbeiði í ávís tíðarskeið, meðan tað eisini eru tíðarskeið við minni arbeiði.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sonni Højgaard, framleiðsluleiðara, á tlt. 762222 ella t-post sonni@fmp.fo.

Umsókn

Umsókn kann sendast umvegis leinkjuna niðanfyri

https://www.fmp.fo/sok-starv

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 1. desembur 2023. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Faroe Marine Products

Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd, ryggir og annað til matna. Turkaðu vørurnar verða seldar til Nigeria. Í 2023 varð eisini farið undir at framleiða mjøl og lýsi úr pelagiskum fiski.

Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri hugsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Forkanningar vístu, at bert helvtin av fiskinum, sum kom upp á land í Føroyum, fór til mannaføði. Restin varð antin koyrt burtur ella brúkt til djóraføði.

Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum.

Á virkinum starvast 50 fólk

Samband:
Faroe Marine Products
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirri víðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Vit framleiða umleið 12.000 tons av høvdum og ryggjum árliga.
Sustainable Development Goals
Faroe Marine Products er partur av SDG í Føroyum.