Error parsing XSLT file: \xslt\umbBlogRssFeedLink.xslt

Faroe Marine Products

brúka høvdið

Vælkomin til Faroe Marine Products

Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd og ryggir til matna. Tað mesta er av toski, hýsu og upsa, men harafturat verða høvd og ryggir av longu og brosmu eisini turkað. Virkið turkar eisini flaktan upsa og upsakotelettir til matna. 

Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teirra víðsjón at gagnnýta størri part av fiskinum til matna. Restin varð antin koyrt burtur ella brúkt til djóraføði. Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum, sum harvið fáa eina munandi virðisøking burturúr. 

Faroe Marine Products varð upprunaliga bygt til at taka ímóti 6.000 tonsum av rávøru um árið. Virkið er javnt og samt útbygt, so tað nú kann taka ímóti 15.000 tonsum av rávøru um árið. í 2005 framleiddi Faroe Marine Products umleið 11.5000 tons av høvdum og ryggjum. Siga vit, at rávøran annars fór til djóraføði ella burturkast, er vøran virðisøkt fýra ferðir við at verða turkað og send á afrikanska marknaðin.

Høvdavirkið, sum tað verður nevnt í vanligari talu, varð útnevnt Ársins virki á árliga føroyska vinnudegnum í 2005.

 

Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskaúrdráttir til matna. Vit útflyta meginpartin av vøruni, men turka eisini fisk til heimliga marknaðin. 



- Dómsnevndin heldur, at tað, sum Høvdavirkið ger, snýr seg um týðandi undangongu innan føroyska fiskavirking, var millum annað sagt á vinnudegnum, tá vinnarin varð avdúkaður. 

FMP Logo1

Latest news